Liv
Lívið
HVAT ER
LIV Lívið?
Liv lívið. 100% til staðar. Beint her og beint nú. Tor at vera tú! Uppliv alt tað tað, tú kanst! Ansa eftir tær sjálvum og teimum, tú elskar. Stuttleika tær – ver eitt sindur øðrvísi. Njót lívið og nýt allar møguleikar til at læra okkurt á vegnum. Tú skal ikki vera fullkomin, so ikki brúka orku upp á tað – tor at vera tú! ☺️ hetta er tað, sum Liv Lívið snýr seg um.

Rúsfríir kokkteyls
Sí allar kokkteyls
Hollywood

Um Liv lívið

gerst limur

Tor at vera tú
Ta er gott nokk at vera eg
Tiltøk
Sí øll tiltøk
Borðspælkafe
Niels Finsensgøta 20, Tórshavn
Vit skipa fyri spæli og hugna í nýggju ungdómshølunum hjá Bláa Krossi í Havn hvørt hóskvø…
ÓKEYPIS KONSERT + STAND UP
Reinsaríið
Fríggjadagin tann 18. Februar kl. 20 verður ein ÓKEYPIS konsert í Reinsaríinum við Joe and the…
Borðspælkafe
Niels Finsensgøta 20, Tórshavn
Vit skipa fyri spæli og hugna í nýggju ungdómshølunum hjá Bláa Krossi í Havn hvørt hóskvø…
FAKTA UM RÚS
Her hava vit svara nøkrum av spurningunum vit ofta fáa frá ungum um rús.
Alkohol og heilin
Alkohol hevur størri skaða og ávirkan á heilan hjá ungum enn vaksnum. Visti tú av, at tú ert størri vanda fyri:
- at gerast bundin
- at fáa avbjóðingar við minninum
- at fáa avbjóðingar við innlærings førleikunum
um tú drekkur sum ungur? Yngri tú ert størri er vandin, men í dag vita vit, at heilin ávirkast munandi lættari av alkoholi heilt til vit eru 20-25 ár enn hann ger tá vit eru eldri.
Hassj er vanaelvandi
Visti tú av, at man kann gerast bundin av hassj?
Nógv siga, at tað ger man ikki, men nógvar kanningar vísa at tað kann man og tað finnast eitt ótal av viðgerðum um allan heimin fyri at hjálpa teimum, ið koma illa fyri av hassj nýtsluni.
Avleiðingar av hassj
Visti tú av, at hassj er vanaelvandi og kann leiða til angist og angist anføll, anda trupulleikar, hjartabankan og sálarsjúku
Hvussu nógv drekka tínir vinir?
Visti tú av at ung halda, at teirra vinir drekka meira og oftari enn tey sjálvi?
Hetta kann hava við sær, at tann ungi økir um nøgdina av rúsdrekka fyri at líkjast, tó at veruleikin er ein annar. Hetta kallast ‘fleirtalsmisskiljingin’.
Her sært tú eitt filmsbrot um hetta:

Hollywood
Í einum loyniligum kjallara mitt í havnini eru føroya feitastu ungdómshølir. Hollywood er gjørt til ung og innrættað av ungum fyri at skapa tí rætta huglagið.
Hollywood er opið:
Mánadag kl. 15-18 – lektiukafé og verkstovur fyri 4-10 flokk
Mikudag kl. 18-22 – borðspælskafé
Fríggjadag kl. 20-02 – javnan tiltøk
Leygardag kl. 18-23 – TableTop Føroyar
*Um onnur tiltøk eru ella broytingar eru í skránni lýsa vit við hesum á Liv Lívið á Instagram.

FYLG OKKUM Á INSTAGRAM
Rúsfrítt summar – vinningar
Biograftúrur fyri tvey við poppkorn og sodavatn
Havnar bio
Ein túr við RIB62 fyri tvey
RIB62
Biograftúrur fyri tvey við poppkorn og sodavatn
Havnar bio
Ríðitúrur við Berghestar fyri tvey
Havnar bio
Biograftúrur fyri tvey við poppkorn og sodavatn
Havnar bio
Ríðitúrur við Berghestar fyri tvey
Havnar bio